Stuttligur og interaktivur lastbilur, har barnið kann koyra við bilinum og koyra litríku steinarnar niður í holið. Tá steinarnir verða koyrdir í, telur bilurin teir, og við knøttunum kann barnið læra um litir og amboð.
Lastbilurin kann bæði skumpast og dragast og hevur rørslusensor, sum aktiverar ymisk ljóð. Vippukassin kann lyftast, so steinarnir detta út aftur og spælið kann byrja av nýggjum. Bilurin spælir eisini 2 sangir og 10 tónaløg.
Brúkar 2 x AAA battarí.
Hóskar til børn frá 6 mánaða aldri.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.