Dátuverndarpolitikkur
Hvussu vit nýta tínar persónligu upplýsingar
Vit savna og nýta bíleggingarupplýsingar fyri at kunna avgreiða og fullføra bíleggingar, sum verða gjørdar á okkara heimasíðu. Hetta inniber:
-
Atgongd til tíni gjaldsupplýsingar
-
Skipan av flutningi
-
Útsending av rokningum og/ella váttan av bílegging
Harafturat nýta vit bíleggingarupplýsingarnar til at:
-
Samskifta við teg
-
Tryggja okkum ímóti møguligum vanda ella sviki í sambandi við bíleggingar
-
Veita tær upplýsingar ella lýsingar, sum samsvara við tín áhuga fyri vørum og tænastum á okkara heimasíðu
Vit savna og nýta eisini upplýsingar um tína eind (t.d. tína IP-adressu) fyri at fyribyrgja møguligar vandar ella svik. Harumframt verða hesar upplýsingar nýttar til at menna og bøta um heimasíðuna – t.d. við at gera hagtøl um, hvussu okkara kundar brúka síðuna, og við at meta um virknaðin av marknaðarføring og lýsingum
Deiling av persónligum upplýsingum
Vit deila tínar persónligu upplýsingar við triðjapartar, sum hjálpa okkum at reka okkara nethandil og veita tær eina betri tænastu. Til dømis:
-
Shopify – Vit nýta Shopify til at reka okkara nethandil. Tú kanst lesa meira um, hvussu Shopify handfer tínar persónligu upplýsingar, her: Shopify Privacy Policy
-
Google Analytics – Hjálpir okkum at skilja, hvussu kundar brúka heimasíðuna. Tú kanst lesa meira her: Google Privacy Policy
-
Tú kanst siga teg burtur úr Google Analytics her: Google Opt-Out
Vit kunnu eisini deila tínar persónligu upplýsingar við almennar myndugleikar, tá tað er neyðugt sambært galdandi lóggávu, t.d. í sambandi við rættarkrav, leitingarloyvi ella aðrar forordningar.
Málrættað marknaðarføring
Sum nevnt omanfyri, kunnu vit nýta tínar persónligu upplýsingar til at senda tær málrættaða marknaðarføring. Tú kanst frætta meira um, hvussu málrættað marknaðarføring virkar, her: Network Advertising Initiative
Tú kanst siga teg burtur úr málrættaðari marknaðarførslu her:
-
Facebook: Facebook Ad Settings
-
Google: Google Ad Settings
-
Bing: Bing Ad Settings
Harumframt kanst tú siga teg burtur frá summum av tænastunum á Digital Advertising Alliance Opt-Out Portal: Opt-Out
"Do Not Track"
Vinarliga legg til merkis, at vit ikki broyta, hvussu vit savna og nýta dátur á heimasíðuni, tá vit móttaka eitt "Do Not Track" signal frá tínari teldu ella øðrum eindum.
Tíni rættindi
Um tú býrt í Evropa, hevur tú rætt til at fáa atgongd til tínar persónligu upplýsingar og at biðja um, at tær verða rættaðar, dagførdar ella strikaðar. Um tú ynskir at nýta hesi rættindi, vinarliga set teg í samband við okkum.
Harafturat vilja vit vísa á, at um tú býrt í Evropa, so viðgera vit tínar upplýsingar fyri at fullføra avtalur, vit hava við teg (t.d. um tú bíleggur gjøgnum síðuna). Vit kunnu eisini nýta tær til at fylgja okkara virkisáhuga, sum lýst omanfyri. Tínar upplýsingar kunnu eisini verða goymdar uttan fyri Evropa, m.a. í USA og Kanada.
Varðveitsla av dátum
Tá tú gjøgnumførir eina bílegging á okkara heimasíðu, goyma vit tínar bíleggingarupplýsingar, uttan so at tú biður okkum um at strika tær.
Broytingar
Vit kunnu uppdatera henda dátuverndarpolitikkin fyri at varpa ljós á møguligar broytingar í okkara mannagongdum, lógarkrøv ella aðrar fyriskipanir.
Samband
Fyri fleiri upplýsingar, spurningar ella klagur um, hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar, vinarliga set teg í samband við okkum á teldupost asvor@alvaro.fo.