Mjúkt og praktiskt skúmgólv í 12 pettum, sum kunnu setast saman eftir tørvi. Gólvið gevur barninum eitt mjúkt undirlag at spæla á og kann brúkast bæði inni og úti.
Hon er gjørd úr 1 cm tjúkkum EVA-skúmi og hevur fittar myndir av Palla Pumm og vinum hansara.
Stødd á hvørjum petti: 30 x 30 cm.
Samlað stødd: 120 x 90 cm.
Tilfar: EVA-skúm.
Vøran er testað sambært EN 71.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.