Stuttlig Bluey rennissúkkla, sum hjálpir barninum at venja javnvág og samskipan. Hjólini hava litrík ljós, sum tendra sjálv, tá súkklan er í rørslu.
Rennissúkklan hevur sterkt stálstell, punkterfrí EVA-hjól og mjúk handtøk, sum eru góð hjá smáum hondum at halda um. Bæði setur og stýri kunnu stillast í hæddini, so súkklan kann tillagast barninum.
Hjólstødd: 12".
Seturhædd: 35–40 cm.
Stýrihædd: 50–55 cm.
Maks vekt: 20 kg.
Hóskar til børn frá 2 ára aldri.
Vøran er CE-góðkend og testað sambært EN 71.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.