Kazéo er eitt sterkt og praktiskt pusliborð, sum er vælegnað til dagstovnar og aðrar stovnar. Pusliborðið hevur tríggjar hillar aftan fyri skápshurðina og eina útdragiliga trappu, so størri børn sjálvi kunnu ganga upp á pusliplássið. Á hesi útgávuni er trappan altíð í høgru síðu.
Góða arbeiðshæddin og trappan gera tað lættari hjá starvsfólkinum at arbeiða ergonomiskt og minka um óneyðug lyft. Høgir, avrundaðir kantar rundan um pusliplássið geva góða trygd.
Hillarnar geva gott goymslupláss til blæur, klæði og annað til blæuskiftið. Skápshurðin hevur bremsuskipan, so hon letur aftur mjúkt og stillisliga.
Pusliborðið er gjørt úr 19 mm tjúkkum, melaminviðgjørdum spónplátum, sum eru slitsterkar, stoytsterkar og lættar at halda reinar. Kantarnir eru avrundaðir og vardir við sterkum plastkanti.
Pusliborðið lýkur EN 12221-trygdarstandardin, E0.5-krøvini fyri formaldehydútlát sambært EN 717-2 og er M3-brunatálmandi.
Mát
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.